Bjarte Myrhol (Mynd: TV2)

Liðskiparin um Noru Mørk: - Vit verða settir í ringt ljós

Ari av Rana

17.01.2018 - 11:22

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Menninir á norska landsliðinum í hondbólti eru undir trýsti, eftir at tað kom fram, at teir hava havt og deilt privatar myndir, av kvinnuligu norsku hondbóltsstjørnuni Noru Mørk.

Nora Mørk hevði harðliga at monnunum í gjár, fyri at deila myndir, sum ólógliga eru tiknar av hennara telefon. Atfinningarnar koma ill við, nú landsliðið luttekur í EM í Kroatia, har Norra hevur spælt seg víðari úr bólkinum.

Norska hondbóltssambandið hevur sagt, at tað harmast um hendingina, men at eingin leikari fer at úttala seg í sakini, tí at liðið má hugsavna seg um EM. Men í gjár hevði Bjarte Myrhol, liðskipari á norska landsliðinum, okkurt at siga.

- Hetta var ein ring byrjan á dagin. Tað hevur ávirka meg. Tað er trist og keðiligt. Tað er ein leikari, sum hevur sama arbeiðsgevara sum vit.

Bjarte Myrhol sigur, at leikararnir tóku avgerð um ikki at tosa við fjølmiðlarnir um sakina áðrenn dystin, tí at teir máttu hugsavna seg um hann.

- Nú mugu vit heim og hava eitt keðiligt prát um hetta, sum annars átti at verið ein gleðisdagur.

Sambært TV2 Norge, ringdi Myrhol til Noru Mørk, so skjótt tíðindini frættust.

- Eg haldi ikki at hetta er nakað, sum vit eiga at tosa um í miðlunum. Hetta eiga vit at kunna tosa um í telefonini ella á einum fundi. Vit fara heilt vist at siga okkara sjónarmið í morgin, Vit verða settir í ringt ljós av hesum, sigur Myrhol við TV2.

Les eisini: Norska landsliðið deildi myndir av Noru Mørk