(Mynd: EPA)

Lík skola upp á strendurnar í Libya

Ingi Samuelsen

21.02.2017 - 17:13

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Líksekkir liggja í langari røð í sandinum eftir at eitt stórt tal av deyðum fólki er skolað upp á strendurnar í Libya.

Á strondini við býin Zawiya har vesturi í landinum, eru 74 lík skolað upp, sigur ein talsmaður fyri neyðhjálparfelagsskapin Reyði Hálvmáni, Mohammed al-Misrati, við AP.

Helst er talan um afrikansk flóttafólk og migrantar, ið hava roynt at sleppa tvørtur um Miðjarðarhavið. Líkini byrjaðu at slopa upp á strendurnar í nátt, men enn er einki frætt um nakran bát, ið skal vera burturgingin.

Reyði Hálvmáni í Libya hevur lagt myndir út á Twitter av nógvu líksekkjunum, ið nú verða fluttir til høvuðsstaðin Tripoli, har líkini verða jarðað.

Alt fleiri migrantar og flóttafólk royna at koma til Evropa umvegis ófriðarliga Libya, upplýsir evropeiski markastovnurin Frontex. Libya liggur lutfalsliga tætt við Italia.

Ovastin fyri Frontex, Fabrice Leggeri, segði í farnu viku við AP, at hóast vetur er, tykist streymurin av fólki ikki at minka. Í 2016 doyðu 4.579 fólk í royndini at koma tvørtur Miðjarðarhav. Árið fyri var talið 2.869. Í januar druknaðu 228 fólk.