(Savnsmynd)

Líka nógvir stjórar í nýggja Glasi


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

17.02.2017 - 18:26

Tíðindi > Útbúgvingar

Tað eru ikki fleiri stjórar á Glasi, enn tað vóru í teimum trimum miðnámsskúlunum undir gamla bygnaðinum.

Tað sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna við kenslumálum í svari upp á fyrispurning, sum Bjørn Kalsø, tingmaður hjá Sambandsflokkinum hevur sett henni.

Í gamla bygnaðinum vóru 13 ársverk innan leiðsluna, og í nýggja bygnaðinum eru eisini 13 ársverk, vísir landsstýriskvinnan á.

Í gamla bygnaðinum taldi leiðslan: 4 stjórar, 8 inspektørar, 4 umsitingarleiðarar og 8 deildarleiðarar. Í nýggja bygnaðinum eru: 5 stjórar, 6 deildarleiðarar, 4 umsitingarleiðarar, og 3 útbúgvingarleiðarar. Men samanlagt er talan um 13 ársverk í báðum førum, segði Rigmor Dam.

Teir fimm stjórarnir í nýggja bygningaðinum eru býttir á hesi heitir: Ein rektari, sum hevur yvirskipaða ábyrgd av Glasi, ein dekanur, sum hevur ábyrgd av hægri og víðari útbúgvingum, tveir útbúgvingarstjórar, sum hava ábyrgd av gymnasialum miðnámi og yrkisrættaðum námi og ein umsitingarstjóri, sum hevur ábyrgd av umsiting skúlans.