Liljan Weihe

Liljan Weihe fingið ætlanarskriv um uppsøgn

Ari av Rana

30.11.2017 - 12:38

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Miðlar

Johnny í Grótinum, stjóri í Kringvarpinum, hevur givið Liljan Weihe, tíðindaleiðara í Kringvarpinum, ætlanarskriv um uppsøgn. Hetta váttar Liljan fyri Miðlahúsinum.

Í ætlanarskrivinum stendur, at orsøkin til uppsøgnina er, at stjórin ikki kann góðtaka illoyala atburðin móti stjóranum, móti stovninum, sum millum annað er komið til sjóndar seinastu dagarnar.

Liljan Weihe hevur 14 dagar at svara ætlanarskrivinum.

Heini Gaard er virkandi tíðindaleiðari, sigur Johhny í Grótinum við Miðlahúsið.

Les eisini: Kringvarpsstýrið fult álit á stjóranum