(Mynd: Jens Kr. Vang)

Liljan Weihe eftir ætlan flutt í akademiskt starv í KVF

Sverri Egholm

26.04.2018 - 14:22

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Miðlar

Liljan Weihe, fyrrverandi tíðindaleiðari í Kringvarpinum, verður eftir ætlan flutt í eitt akademiskt starv. Tað sigur Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri, við heimasíðuna Journalisten.dk, sum hevur gjørt eina longri grein um gongdina í málinum.

- Hon fer at varðveita sína núverandi løn í fimm mánaðir, og fer síðani 3-4000 krónur niður í løn.

- Tað er altso ikki sum journalist. Hon hevur ein eina samfelagsfrøðisliga útbúgving, sigur Johnny í Grótinum við Journalisten.dk.

Øll greinin kann lesast her

(Dagført 17:45 - orðingin um at Liljan Weihe hevur fingið bjóðað akademiskt starv var ikki røtt. Liljan Weihe hevur fingið boð um, at ætlanin er at flyta hana í annað starv)