Liljan Weihe á forsíðuni á Sosialinum

Liljan Weihe við Sosialin: - Havi ikki verið illoyal

Oda Strøm

24.04.2018 - 09:01

Tíðindi > Mentan > Miðlar & fólk

Í Sosialinum í gjár var ein lang samrøða við tíðindaleiðaran í Kringvarpinum, Liljan Weihe, har hon sigur, at tað er særandi at verða stemplað sum illoyal.

- Eg eri 39 ár og vónandi verður tað eg sjálv, ið finni hurðina og ikki onkur annar, ið finnur hana fyri meg. Eg havi trivist í starvinum hesi seks árini, hóast bylgjurnar hava gingið høgt.

- Men tað verður aldrin so, at bylgjurnar fara at leggja seg, og fullkomin friður fer at valda.

- Tað fer altíð at vera onkur, sum heldur at vit ganga ov nær, men tað skulu vit sum journalistar, sigur tíðindaleiðarin í Kringvarpinum í samrøðuni við Sosialin.

Tað var fríggjadagin, at Liljan fekk endaliga staðfest, at hon enn er tíðindaleiðari í Kringvarpinum, tá Mentamálaráðið svaraði kæruni hjá henni viðvíkjandi uppsøgnini, hon fekk 21. desember.

Liljan Weihe sigur m.a. við Sosialin, at tað lættasta hevði verið at stungið í sekkin, men rættvísiskenslan er ov sterk.

- At berjast fyri rættvísi er ótrúliga gevandi, og tað er gott, tá rættvísin sigrar.

- Tað lættasta í verðini hevði verið at stungið í sekkin og gjørt okkurt annað, men at vera tíðindaleiðari í Kringvarpinum er eitt ábyrgdarfult starv, ið eg røki við eyðmjúkleika.

Fundur er avtalaður í dag millum Liljuna Weihe og Johnny í Grótinum, har umrøtt verður hvussu og nær hon skal koma til arbeiðis aftur.

Les eisini: Johnny í Grótinum angrar at hann koyrdi Liljuna til hús