Lilla Arge fór avstað við 60.000



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

15.06.2018 - 19:43

Mentan > Mentan > Miðlar & fólk

Aftur í kvøld var stórur spenningur um stóra gekkavinningin, heilar 3,2 milliónir krónur.

Lilla Arge kom ígjøgnum við fullari plátu, og hon var sum verða man spent. Sum nakað nýtt kundi man deila vinningin út á tríggjar leypar heldur enn bara tann eina, og tí vóru 1,1 millión í hvørjum. Hesum møguleikanum valdi Lilla at taka av.

Síðani varð farið í gongd. Í fyrsta snari endaði hon á 10.000, sum gevur 100.000 krónur. Hon valdi at gera eina roynd afturat.

Aðru ferð kom hon aftur á 10.000 krónur, sum gevur 60.000, og eftir at hava hugsað um støðuna, valdi hon at steðga har.

Tað er ikki so galið, helt verturin, Petrina Berg, fyri.

- Ikki so galið? Hetta eru milliónir í mínum oyrum, segði glaði vinnarin av 60.000 skattafríum krónum.

Næsta fríggjadag eru heilar 3,4 milliónir upp á spæl.