(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Línumenn - vóru rættir menn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Føroyska Sjómansmissiónin

21.03.2018 - 20:04

Tíðindi >

Nøkur orð um filmin “Línumenn”.

Tað var spenningur í luftini í Løkshøll í gjárkvøldið, tá 130 fólk høvdu sett seg væl til rættis at hyggja at filmurin “Línumenn” við undirheitinum “Saltfiskalínuskipini”, sum Zacharias Hammer hevur sett saman og lagt til rættis.

Filmurin vardi í 2 tímar og 40 minuttir og tí var gott við einum kaffisteðgi mitt í.

Fyrst skal sigast, at Zacharias skal hava eina stóra tøkk fyri ein upplýsandi og hugnaligan film, sum lýsir væl tíðina og umstøðurnar hjá saltfiskalínumonnunum.

Tað má vera ein stór avbjóðing at gera ein so langan film um eina farna tíð við avmarkaðum upptøkum. Filmurin er væl kryddaður við gomlum upptøkum og nýggjum samrøðum við menn, sum vóru við skipum á Flemmish Cap. Sera áhugavert.

Tó haldi eg, at filmurin er í so langur og lokalur og hevur nakrar endurtøkur, har menn nærum søgdu somu søgu. Samrøðan við Thormund Johannesen kundi kanska verið fyrr í filminum, tí hann lýsti væl søgugongdina hjá føroyska skipaflotanum og umstøður annars.

Nakrar nýggjari upptøkur komu miðskeiðis í filminum sum brádliga hálaðu hyggjaran fram í nútíðina.

Minnist eg rætt, so vóru tað samrøður við millum annað Kristian Martin, Betuel, Líggjas og Hjaltur.

Samrøðurnar vóru góðar og áhugaverdar, men brádliga at síggja nýggj og nýmótast skip í bakgrundini undir samrøðunum virkaði løgið – og hóskaði líkasum illa inn í samanhangin beint tá.

Har hevði eg ynskt at samrøðurnar vóru tiknar upp til dømis umborð á onkrum eldri línuskipi.

Tað sama gjørdi seg galdandi, tá eitt styttri brot var um slupptíðina, har menn royndu við snøri.
Tá var hyggjarin hálaður aftur um tíðina hjá saltfiskalínuskipunum á Fl. Cap.

Tað sama gjørdi seg aftur galdandi, tá tosað varð um gamlar dagar í landi í New Foundlandi, samstundis sum nýggjari myndir (frá 2001) av rækjutrolarum og rækjumonnum, sum tá vóru í landi, vórðu vístar.

Sjálvsagt er tað ein stór avbjóðingin at finna upptøkur, sum lýsa tað, mennirnir greiddu frá. Mær tykti eisini, at bakgrundsljóðið aftan fyri nakrar av samrøðunum var ov hart.

Sangurin úr kirkjuhúsinum í Hvannasundi var bæði góður at hoyra og síggja, men hevði óivað passa betri inn í samanhangin, um hann t.d. varð tikin upp umborð á onkrum eldri skipi.

Móti endanum á filminum vóru nýggjar upptøkur og samrøður við línumenn, sum í ár hava verið á Fl. Cap. Tað upplivdist gott og kunnandi, eisini tí víst varð á, at menninir við saltfiskalínuskipunum løgdu lunnar undir tey fiskirættindir, føroyingar í dag hava á FL. Cap.

Til lukku við filminum Zakaris. Tú hevur enn einaferð ríkað okkum við siðsøguligum tilfari og skjalprógvað tað harða lívið, saltfiskalínumennirnir upplivdu.

Dreingir fóru avstað og komu aftur sum menn. Tá vóru línumenn rættir menn. 

Tað var kanska ein góð tíð, men fáir – um nakar ynskir hana aftur.