(Mynd: Olivur við Neyst / art.fo)

List úr Norðoyggjum á Listasavninum í Havn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

09.11.2017 - 08:06

Mentan > List > Myndlist

Fríggjadagin seinnapart legur upp nýggj listaframsýning á Listasavni Føroya í Gundadali í Havn. Framsýningin hevur heitið "List úr Norðoyggjum. Verk frá Norðoya Listafelagi, Norðoya Sparikassa og Klaksvíkar Kommunu".

Norðoya Listafelag, Norðoya Sparikassi og Klaksvíkar Kommuna hava lænt Listasavninum fleiri góð og forkunnug listaverk at sýna fram. Listafólkini eru Amariel Norðoy, Edward Fuglø, Frida Zachariassen, Hanni Bjartalíð, Hans Hansen, Hans Jákup Glerfoss og Olivur við Neyst.

Nils Ohrt, savnsstjóri, bjóðar vælkomin. Signhild Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar kommunu, setur framsýningina. Hans Andrias Jacobsen framførir tónleik.

Framsýningin er opin til 21. januar 2018.