Heðin Ziska Davidsen

Listaframsýning í Tjørnuvík

Ingi Samuelsen

19.09.2017 - 08:10

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Forkunnug listasýning lat í gjár upp í skúlanum og uttanfyri skúlan í Tjørnuvík. Sýningin er gjørd í samstarv við LISA. Framsýningin er opin hvønn seinnapart alla hesa vikuna.

Tvey listafólk sýna fram. Í skúlanum er tað kreamikarin Guðrið Poulsen við eini installasjón.

Guðrið sigur soleiðis: Vit eru kropsligar verur í verðini. Lendið vit ferðast á, er akkersbotnurin. Kroppurin glíður ikki mótburðarleysur um verðina, hann nemur land. Tað ber ikki til at skilja kroppin frá verðina. Kroppurin og verðini eru eitt og sama hold. Vit traðka á verðina við okkara fótum og síggja heimin við okkara eygum, harvið eru vit kropsliga akkersfest í teirri longu givnu verðini. Á ferð.

Hitt listafólkið er ljóð- og tónleikarin Heðin Ziska Davidsen við eini ljóðinstallasjón, hann kallar Konstant in Opel, sum kann upplivast uttan fyri skúlan.

Heðin sigur soleiðis: Ein hjallur merkir fyri meg, mat (serliga kjøt) og onkusvegna, so er ein hjallur eisini bygdasligur. Hesin fitti, meir enn 100 ára gamli, hjallurin fær meg eisini at hugsa aftur í tíðina. Í hvørtfall á eina tíð har ravmagn og tungar maskinur ikki myndaðu samfelagið og ljóðmyndina. Har er eisini nógv annað sum er kropið inn og er vorðið góðtikið í ljóðlandslagnum í dag í Tórshavn eins og aðrastaðni.
Her havi eg so fanga tey ljóð, ið eg verið útsettur fyri, tá eg fái mær mat til vega í Miklagarði (keypa inn, kalla tey tað) og vit kunnu hugleiða um, hvussu hesi ljóð harmonera, við tað enn óindustrialiseraða og elektrisitet ódomineraða ljóðlandslagið í Tjørnuvík.
Eg koyri tilfeldigvís í einum opel og keypi sum oftast í Miklagarði.

Kelda: sunda.fo