Ray Maseman, listamaður og grafikari úr New Mexico, USA. Mynd: © People's Fair.

Ray Maseman: Føroyar og New Mexico líkjast



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Elin Brimheim Heinesen

27.02.2014 - 12:59

Mentan > List > Myndlist

Ray Maseman er listamaður og grafikari úr New Mexico í USA. Í fjør summar var hann í Føroyum í knappar 6 vikur sum partur av Arctis Exchange, ein skiftissskipan fyri listafólk. Portalurin skrivaði um skipanina í grein í gjár.

Ray kemur aftur í summar, hesaferð saman við dóttur síni. Vit tosaðu við Ray um hansara uppliving av Føroyum, og hvat hann hevur fingið burturúr sum listamaður.

Ray Maseman møtti Joel Cole á sumri í 2008, tá teir báðir luttóku á eini listamessu í Sheboygan, Wisconsin. Joel segði við Ray, at hann skipaði fyri eini listafólkaskiftisskipan, sum gav listafólkum møguleika at koma til Føroya.

- Eg var serstakliga áhugaður, men helt meg ikki hava ráð at fara, umframt at børnini hjá mær vóru enn so smá tá.

Í desember 2012 setti Joel seg í samband við Ray aftur at spyrja, um hann enn hevði áhuga í at koma til Føroya. Hesaferð tók hann av, og var so í Føroyum góðar 5 vikur í fjør summar.

- Eg eri vorðin nóg gamal til at kenna á mær, at eg eigi at lofta møguleikanum, tá eg fái hann - eg gerist jú ikki yngri!

Hvat var tað, sum dróg teg - og hvat gjørdi, at tú fekst hug at luttaka?

- Mær dámar so væl at hyggja at landkortum. Eg havi gjørt tað síðani eg var heilt, heilt ungur. Eg havi altíð verið serliga drigin at støðum, sum liggja langt av leið, serliga støð við áhugaverdum strondum. Støð sum Norðanlond - harímillum Føroyar - Skotland/Hetland/Orknoyggjar, Grønland, Siberia, Norðurkanada, Tierra del Fuego (Eldland) osfr. Eg veit ikki rættiliga hví - kanska tí fjarskotin støð kennast ævintýrlig, men í øllum førum heilt víst, tí mær dámar væl friðsæluna og ráu, køldu luftina - saman við sannføringini um, at fjarskotin støð mugu í sær sjálvum vera friðalig.

- Eg havi altíð ætlað mær at vitja okkurt av hesum støðunum, men havi útsett og útsett tað. Við aldrinum eri eg vorðin meira greiður yvir, at eg má gera álvara av tí, um tað skal blíva til nakað, og ikki bara útseta tað. Eg mátti gera okkurt við at fara á hesar stórfingnu ferðir, eg droymdi um. Eg rokni við, at tað kundi endað við, at eg var farin til eitt og hvørt av hesum støðunum, eg havi nevnt, men Føroyar vóru tað staðið, eg fyrst fekk møguleika til at vitja.

- Føroyar vóru, tá samanum kom, høvuðsfreistingin, um eg so má siga, men ein síðuvinningur var bara møguleikin fyri at uppliva eina broyting og tíð at savna meg um at vera listafólk.

Hvørja mynd hevði tú av Føroyum, áðrenn tú komst til landið?

- Fjarskotið, sum nevnt. Kølið og slavið. Fiskur, seyður, bátar og skip. Knortlutir klettar. Og ivaleyst av fótbólti. Eg las ein skaldsøgu og lurtaði eftir fleiri Faroe Islands Podcast sendingum, og so gjørdi eg av, at ov nógv fyrireiking helst ikki var so gott kortini, og at tað var betri bara at bíða og vita, hvat fór at henda, tá eg kom til Føroya.

Hvar valdi tú so at gista í Føroyum - og hví júst har?

- Skiftisskipanin bjóðar at seta ein í samband við fólk, umframt mat og gistingarmøguleikar - eg skuldi sjálvur gjalda fyri ferðina. Eg gjørdi eina Kickstarter-herferð fyri at útvega mær pengar til ferðina, og tað eydnaðist. Eg kundi gista á Føroya Fólkaháskúla, so tað var ikki nakað val, eg hevði sum so, um hvar eg skuldi gista, men tað vísti seg at passa mær væl. Eg hevði eina íbúð á staðnum, sum lá beint við býin, og við atgongd til eitt ateliér beint víð síðuna av. Mesta av matinum, eg át, fekk eg á háskúlanum, og eg át morgunmat í kantinuni á skúlanum. Tað gav mær nakrar góðar møguleikar fyri at hitta onnur og vera sosialur.

- Eg var eisini eina tíð í Fugloy. Tí møguleikanum syrgdi Joel fyri. Eg tók av møguleikanum og fór til Fugloyar í nakrar dagar, tí tað er serliga fjarskotið. Eg havi jú, sum longu nevnt, hesa undarligu fascinatiónina av fjarskotnum støðum.

- Eg hevði heilt serligar upplivingar har. Bæði í stórsligna landslagnum - og so í kirkjuni í Hattarvík, har eg fann eina ótrúliga altartalvu. Hetta var mær til stóran íblástur.

- Eg møtti Siggu Vang á hesi ferðini, og tað førdi til, at eg gjørdist partur av einum toymi, sum skipaði fyri filmssýningum á G! festivalinum: "WTF - Watch That Film" og barnafilmssýningar.

- Eftir hetta kom eg í eina góða rútmu, har eg bara arbeiddi í ateliérinum, so eg var nógv í Havn. Var kanska ikki so sosialur tá, men fekk nógv av skafti. So kom Ólavsøkan, og eg bleiv meira sosialur aftur.

Hvat var høvuðsætlanin hjá tær við at fara hesa ferðina?

- Partvíst var tað bara fyri at uppfylla henda lívslanga dreymin hjá mær um at fara og vitja eitt stað, sum liggur langt norðanfyri, partvíst fyri at koma úr míni "comfort zone" og uppliva okkurt ævintýrligt - og partvíst fyri at geva mær sjálvum tíð til bara at vera listafólk og einki annað - uttan samstundis at skula arbeiða vanligt arbeiði og vera foreldur.

- Eg haldi, eg gjarna vildi bjóða mær sjálvum av og læra meg sjálvan betur at kenna - vita, hvør eg veruliga eri, tá eg flyti meg burturúr tí umhvørvinum, eg eri vanur við at vera í.

Livdi ferðin upp til væntaninar? Hvat fekst tú burturúr, bæði persónliga og listarliga?

- Ja, tað er púra vist, at eg fekk nógv burturúr! Persónliga hjálpti tað mær at fáa nøkur ting uppá pláss, nú eg kanska eri komin í eitt slag av "mid-life-crisis". Tað hjálpti mær at seta nøkur ting í perspektiv. Tann svalandi og ráa luftin hjálpti mær eisini øguliga nógv. Eg búgvi jú í einum sera turrum og heitum, oyðimarkarkendum øki. Eg var ikki tilvitandi um, hvussu strongdur eg var av veðurlagnum har.

- Listarliga fann eg út av á hesi ferðini, at eg ikki bara eri grafikari, men at eg kann skapa alt slag av list, um eg vil, serliga við at tekna og mála. Sum grafikari hevur tú lyndi til at hugsa nógv um tað handisliga í at vera listafólk. Tað var ein lætti ikki at noyðast at hugsa so nógv um, hvussu nógv eintøk, eg skuldi prenta, ella um útgerð t.d. hvørjir litir nú skuldu brúkast til hvørja prentplátu ella um tað, eg gjørdi, var nóg áhugavert fyri fólk til, at eg kundi prenta 20-25 eintøk av tí. Tað var fantastiskt bara at sleppa at spæla sær og gera royndir uttan at skula stúra fyri, hvagar tað nú førdi meg.

- Joel sigur, at málið við skipanini er bara at geva luttakandi listafólkunum íblástur. Tað eydnaðist í øllum førum við mær. Eg havi fingið meira sjálvsálit í mun til, hvat eg dugi listarliga, og eina størri føling við, hvat eg kann gera við tað, sum eg dugi.

- Tað var eisini ómetaliga áhugavert at vera eitt stað, sum hevur eina almenna skattafíggjaða heilsutænastu, sum er fyri øll - og síggja, hvussu tað ávirkar tey minstu tingini í dagliga lívinum hjá fólki. Tað er møguligt, tað broytist, men í USA halda nógv fólk fast í einum starvi, sum teimum als ikki dámar, tí tey føla, at tey hava brúk fyri tí heilsutrygdini, sum bara starvið kann geva teimum. Harvið missa tey kanska nógvar aðrar møguleikar - t.d. tjansin at brúka kreativ evni. Amerikanska siðvenjan at lata tað privata taka sær av heilsutrygd avlagar eisini politisku valini viðv. almannamálum.

Hevur ferðin til Føroya ávirka listina hjá tær?

- Áðrenn eg kom til Føroya, høvdu verk míni lyndi til at savna seg um djór sum persónmenskur, og har var innbygd ein greið søga í listaverkunum, sum snúði seg um hesar persónmenskur. Nú savnar listin hjá mær seg mest um ymisk umhvørvi, sum geva eitt serligt huglag og kenslu av stað ella rúmi. Djór kunnu enn vera høvuðspersónar, men tey eru ikki líka týðandi fyri myndina sum heild. Harumframt eri eg farin at brúka aðrar litir nógv meira, so sum grønt og blátt og grátt, sum gevur eina kenslu av vætu, sum seyrar ígjøgnum alt.

- Ein onnur broyting er, at eg havi fingið meira áhuga fyri at gera bøkur ella gera myndir til bøkur. Nógv fólk hava hugt at mínum myndum og hava sagt, at "tú átti at gjørt illustrajsónir til bøkur" - serliga barnabøkur. Fyrr var eg ikki serliga áhugaður í tí. Men upplivingin eg hevði við at gera tekningar til barnafilmssýningarnar á G! og royndirnar við at mála á lørift og ikki bara prenta á pappír, hevur gjørt tað nógv lættari fyri meg at ímynda mær, at eg kann illustrera bøkur - antin grundað á hugskot hjá mær sjálvum ella grundað á skriving hjá øðrum. Vónandi kemur okkurt út seinni í ár ella skjótt.

Kundi tú hugsað tær at komið aftur til Føroya?

- Ja! Eg komi aftur longu í summar, og tá fari eg at hava dóttur mína, sum er 18 ár, við mær. Eg fari at hjálpa toyminum, sum gera WTF-filmssýningarnar á G! aftur, møta mínum føroyskum vinum enn einaferð, og ferðast til Mykinesar og onnur støð í Føroyum, sum eg ikki náddi at vitja seinast.

- Skal eg vera ærligur, so var tað eisini
ein ávísur lætti at fara avstað, eftir at hava verið í Føroyum í góðar 5 vikur, tí tað byrjaði at kennast eitt sindur strævið at kenna seg uttanfyri alla tíðina og ongantíð vera heilt vísur í, hvar eg veruliga var sosialt. Men tá eg var farin, so kendi eg meg kortini drignan aftur til Føroya. Eg vil so fegin koma aftur at vita, um Føroyar eru eitt stað, sum eg bara vitjaði eina ella tvær ferðir, og so var tað tað - ella um tað er eitt stað, sum eg má venda aftur til ferð eftir ferð.

Kanst tú viðmæla Arctis listafólkaskiftisskipanina til onnur listafólk?

- So avgjørt! Tað havi eg eisini longu gjørt. Ein vinur hjá mær hevur søkt um at vera við í skipanini og kemur til Føroya í summar. Sum heild, so valdast tað eisini listafólkið, um eg vil viðmæla skipanina ella ikki. Eg hevði helst ikki viðmælt hana til onkran, sum bara vil hava sól og summar!

Hevur tú okkurt serligt, tú fegin vilt legga aftrat, sum vit ikki hava fingið tosað um?

- Eitt, sum serliga hugtók meg við Føroyum, var, hvussu landið á mangan hátt minnir um New Mexico, har sum eg búgvi í løtuni, hóast tað á øðrum økjum er fullkomiliga øðrvísi. Bara nøkur dømi:

  • Knortlut landslag.
  • Tøtt familjubond, har øll eru meira ella minni skyld við hvørtannað.
  • Ein sterk kensla av at vera øðrvísi enn londini uttanum (frá Danmark og hinum Norðanlondunum har í Føroyum, og vit frá restini av USA her í New Mexico), eitt sindur meira, enn tað, sum er vanligt aðrastaðni.
  • Nógvur seyður
  • Rík mentan (hóast Føroyar ikki eru búskaparliga líka væl fyri sum onnur Norðanlond, men tó betri fyri enn størsti parturin av New Mexico)
  • Fólk, sum rýma fyri at fáa arbeiði og aðrar møguleikar aðrastaðni, men koma aftur í ferium orsaka av sterku familjubondunum
  • Sambandið millum at syngja og dansa á Ólavsøku, eins og vit geratil Native American veitsludagarnar her.

- Tað vóru onnur ting aftrat, sum líktust nógv, men sjálvandi eisini rættiliga stórir munir. Tann allarstørsti mundi helst vera tann munurin, sum nógva vætan í Føroyum ger - umframt, sum nevnt, heilsutrygdin í Føroyum í mun til í New Mexico.

Les meira um upplivingina hjá Ray Maseman av Føroyum á hesi blogguni: subarcticexpedition.wordpress.com
- og um listina hjá Ray Maseman sum heild her: raymaseman.com

Lurta eftir Faroe Islands Podcast samrøðu við Ray Maseman HER.