Savnsmynd

Listarvirðisløn Nólsoyar Páls á 75.000 krónur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

13.01.2018 - 09:55

Tíðindi >

Í døgunum 26.-28. januar verður tiltakið Norðurljós Í Klaksvík. Norðurljós er eitt tiltak, har ljós verður varpað á list og mentan í Klaksvíkar kommunu.

Millum annað verður uppboðssøla av málningum í Posthúskjallaranum. Nøkur av teimum fremstu listafólkunum hava latið málningar til frama fyri nýggja mentanarhúsið í Klaksvík. Uppboðssølan verður leygardagin 27. januar.

Sunnudagin 28. januar verður ein serlig konsert í Atlantis. Tveir tónleikarar, Hans Andrias Jacobsen og Hallur Joensen fara at framføra sangir hjá hvørjum øðrum.

Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðuni, at hæddarpunktið við Norðurljós er, tá Listarvirðisløn Nólsoyar Páls verður latin. Hetta er ein virðisløn á 75.000 krónur, sum eitt lokalt listafólk fær.
Hanus G. Johansen, Edward Fuglø og Eyð Matras hava áður fingið virðislønina.

Virðislønin verður handað leygarkvøldið 27. januar.