Mathias Kjølbro (Mynd: Tróndur Dalsgarð)

Listastovan í Vágum ársins átak

Sverri Egholm

11.03.2017 - 21:33

Mentan > Mentan > Tónleikur

Á FMA í kvøld varð ársins átak heiðrað. Og tað varð spælistaðið Listastovan í Vágum, sum fekk heiðurin.

Dómsnevndin segði millum annað, at tónleikur kemur ikki av sær sjálvum. Tónleikur hevur brúk fyri at fólk eru góð við tónleikin og tónleikarin, so vit onnur kunu njóta tað. Slíkt húsarúm og hjartarúm hava tey í Vágum.