Mynd: Miriam & Janus

Nýggj heimasíða: Lítið klæddar føroyskar kvinnur uttan sensur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

13.02.2018 - 20:07

Mentan > Mentan > Miðlar & fólk

- Sosialu miðlarnir er eitt fantastiskt tól at hava afturat, men við okkara nýggju heimasíðu kunnu vit vísa á okkara arbeiði uttan sensur og við einum yvirliti, ið vit sjálvi ynskja.

Tað sigur Janus Gunnarsson, sum saman við konuni Gvøðny Miriam, rekur Miriam & Janus Photography, sum stendur aftafyri nøkrum av mest sæddu myndum í Føroyum seinastu árini.

Millum annað tí, at tey seinastu árini hava tey serliga gjørt um seg við nakinmyndum, ella við myndum av lítið klæddum kvinnum. Á Facebook og Instagram verða myndir strikaðar um ov lítið verður latið hugflogið.

Í dag komu tey út við nýggjari heimasíðu, har tey vísa tað, tey bjóða fram sum fotografar. Umframt dramatiskar myndir úr føroysku náttúruni taka tey bæði eisini brúðarmyndir, myndir til lýsingar, starvsfólkamyndir og annað.

Tey hava ikki havt teljara á heimasíðuni í dag, so óvist er hvussu nógv hava verið inni, men nógvar positivar afturmeldingar eru komnar, sigur Janus Gunnarsson.

Vitja heimasíðuna miriamjanus.com her


Les eisinI: Leita eftir kvinnum til nakinmyndir: - Avspeglar vakurleikan hjá kvinnuni

Les eisini: Katrina Maria: Hugsi ikki um at allar Føroyar sær meg nakna