(Mynd: Benny við Sandá)

Lítil eldur í tangabili



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

14.11.2017 - 15:50

Tíðindi >

Sløkkiliðið varð fyri løtu síðani boðsent, tí at eldur var komin í ein tangabil á Oyggjarvegnum. Sløkkiliðið, sum heldur til á Oyggjarvegnum var skjótt á staðnum.

Eldur er í tangabilum kann altíð hava stórar avleiðingar, men tíbetur var talan hesaferð ikki um ein stóran eld.

Eldur var komin í útstoytin á bilinum, og tað tók ikki leingi hjá sløkkiliðinum at basa eldinum.