Tilvildarlig mynd frá rakstrinum í Gøtuvík seinnapartin í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Lív kom grindabáti til hjálpar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

23.05.2018 - 21:04

Tíðindi >

Seinnapartin í gjár fór Rescue Lív av Havnini eftir báti, sum var í grind, og hevði fingið motortrupulleikar.

Tað skrivar heimasíðan jn.fo.

Báturin var tá staddur við grindina, sum seinni legði beinini í Gøtu.

Lív var hjá grindabátinum um hálvgun fýra tíðina, og sleipaði hann til Skála.

145 hvalir løgdu beinini í Syðrugøtu í gjár. Drápspartarnir vóru umleið 1 skinn, og býtt var eisini í heimapartar.