LÍV Holding 6,6 milliónir í avlopi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

21.04.2017 - 15:22

Tíðindi > Pengar > Tryggingavirksemi

Ársaðalfundur varð í gjár hildin í p/f LÍV Holding, ið er móðurfelag hjá p/f Tryggingarfelagnum LÍV. Hetta er fyrsti aðalfundur síðan felagið í september 2016 fekk nýggjar eigarar. Á ársaðalfundinum varð ársfrásøgnin fyri 2016 góðkend.

Roknskapurin fyri 2016 vísir eitt úrslit upp á 6,6 milliónir krónur. Úrslitið er munandi betri enn árið frammanundan, sum vegna vánaligt úrslit í íløguvirkseminum endaði við einum halli upp á 12,6 milliónir krónur.

Lív skrivar soleiðis í tíðindaskrivi í dag:

Tryggingargjøldini til Tryggingarfelagið LÍV vóru í árinum 260 milliónir krónur í mun til 255 milliónir krónur í 2015. Seinastu trý árini hevur vøksturin í tryggingargjøldum verið í meðal 8,3 prosent um árið.

Felagið hevur nú slakar 21.500 kundar, ið spara upp til eftirløn, og tilsamans 13.000 kundar eru fevndir av samlagstryggingini hjá felagnum. Felagið hevur lagt dent á at økja viðskiftaskaran við fakfeløgum og virkjum og málið er, at veita eins góða tænastu til vinnulív, sum til einstakar limir tá tað snýr seg um at tekna eina lívstrygging ella eina uppsparing til eftirløn.

Íløguavkast
Úrslitið av íløguvirksemi felagsins gjørdist í árinum 85 milliónir krónur. Íløguognirnar hjá felagnum vóru við ársenda 2016 2,1 milliardir krónur. Felagið miðjar eftir, at føroysk eftirlønaruppsparing skal verða virkin í Føroyum og við ársenda 2016 hevði felagið gjørt íløgur í Føroyum fyri tað ið svarar til 7,5 prosent av skrásettu ognunum hjá felagnum og tað er ein øking í mun til undarfarna ár.

Tryggingarfelagið LÍV hevur í árinum útgoldið tryggingarveitingar á tilsamans 62,2 milliónir krónur. Meginparturin av hesum útgjøldum eru útgjøld í sambandi við pensionering og samlagstrygging.

792 krónur í umsiting per tryggjaða
Sparsemi í umsiting og fyrisiting merkir størri vinning og avkast til okkara kundar og tað er ein málsetningur eins væl og eitt lyfti. Kostnaðurin fyri hvønn tryggjaða var 792 krónur í 2016, ið er tað lægsta nakrantíð.

Á ársaðalfundi varð eisini nevndarval á skránni og í nevndini fyri LÍV Holding sita nú Høgni Olsen, Súni Selfoss, Kári Petersen, Hanna í Horni og Árni Arge. Nevndin hevur skipað seg við Høgna Olsen sum formanni.