Lív í miðbýnum í kvøld



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

03.02.2018 - 17:24

Mentan >

Frá klokkan 19 og fram til midnátt verður veruligt lív í miðbýnum í Havn.

Tá verður tiltakið Vetrarljós. Í ár eru tað kaffistovur, barrir, handlar, samkomur og onnur ið skipa fyri konsertum og øðrum tiltøkum saman við Visit Tórshavn.

Á skránni kann millum annað nevnast Guðrið Hansdóttir í Auluni í Finsen, Tónleikur- ljós og roykshow í City Church, Tórshavnar Manskór í Havnar Kirkju og Hanus G. Johansen í Reinsarínum.

Tiltakið er ókeypis.

Skráin sæst her