Liva-festivalur aftur næsta ár




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

17.07.2014 - 12:41

Tíðindi > Mentan > Stevnur & festivalar

Liva festivalurin á gamla fótbóltsvøllinum á Sevmýru á Tvøroyri verður endurtikin næsta ár.

Tað boða fyrireikararnir frá í tíðindaskrivi í dag. Festivalurin 4. og 5. juli var sera væl eydnaður, og økið á Sevmýri vísti seg eisini at vera væl egnað til endamálið. Tað vóru eisini væl eydnaðar konsertir við nøvnum sum Mike Tramp, Black Ingvars , Vintage Caravan, The Dreams, Swangah,

- Alt í alt tveir fantastiska væl eydnaðir dagar á Sevmýri. Uppgávan var stór at fara undir, tí hetta er størsta, einstaka tónleikatiltakið í Suðuroynni nakrantíð. Uttan iva eru ting, ið vit kunnu gera betur, men tað heldur okkum ikki aftur - Liva-festivalurin verður aftur í 2015 og miða vit ímóti at gera hann enn betur og størri. Suðuroyggin eigur at hava ein festival og økið finst ikki betur enn júst á Sevmýri. Sigast kann eisini, at vit longu hava tikið upp samband við fleiri spennandi útlendsk og føroysk tónleikanøvn, siga fyrireikararnir.