Mike Tramp framførir á Sevmýru leygarkvøldið. Foto: Ross Halfin / miketramp.dk

Liva-skráin klár




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

03.07.2014 - 19:18

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Í annaðkvøld verður startskotið til nýggjasta festivalin á føroysku summarskránni. Liva-festivalurin eitur tónleikaliga veitslan, ið verður á gamla vøllinum á Sevmýri á Tvøroyri fríggjakvøldið og leygarkvøldið.

Skráin er nú klár. The Dreams og Svangah verða høvuðsnøvn fríggjakvøldið og Mike Tramp og Black Ingvars leygarkvøldið

Mike Tramp er kendur, fyrst sum ein av røddunum í Vesterbro Ungdomsgård, seinni sum forsangari í Mabel og seinni aftur í amerikanska tungmálmsbólkinum White Lion, sum gjørdust víðakendir við lagnum “When the Children Cry”.

Black Ingvars eru sviar. Teir eru kendir fyri sínu sera fangandi endurinnspælingar av kendum pop- og dansband-løgum og sínar lívligu og serligu framførslur.

Onnur spennandi nøvn á Liva festivalinum eru Vágaverk, Byrta, Hanus G., Eyðun Nolsøe og onnur.

Skráin fyri Liva-festivalin sæst her
Servøran hjá Black Ingvars er at lata kendar popsangir, barnasangir, sunnudagsskúlasangir og enntá svenska tjóðsangin í teirra egna rokk-ham. Fleiri av løgum teirra eru at finnaá Youtube