Coutinho og co. vóru í hopla á Anfield í kvøld, tá Liverpool setti Spartak uppá pláss og tryggjaði sær sigurin í bólkinum.
(Mynd: EPA)

Liverpool flúgvandi víðari - hesi liðini eru til reiðar til áttandapartsfinalurnar

Agnar Frederiksen

06.12.2017 - 21:54

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Nú er greitt hvørji 16 lið verða í pottinum, tá lutakastið til áttandapartsfinalurnar í Champions League verður mánadagin.

Í kvøld leiktu tey átta liðini í bólkunum F-H seinastu dystirnar í bólkaspæinum. Møguleiki var fyri, at øll tey fimm ensku liðini komu víðari. Liverpool skuldi hava minst javnleik á Anfield ímóti Spartak Moskva, fyri at søga skuldi skrivast. Og Liverpool lat ongan iva verða um, at liðið skuldi víðari. Liverpool vann heili 7–0 á Spartak, og harvið er tað fyrstu ferð í Champions League-søguni, at fimm lið frá sama landi koma víðari úr bólkaspælinum. Tað var longu 3-0 eftir 20 minuttir. Hetta var eisini hálvleiksstøðan. Fimm minuttir inní 2.hálvleik hevði Liverpool økt til 5-0, og heimaliðið steðgaði ikki har. Philippe Coutinho fekk hattrick í kvøld, og Mane(x2), Firmino og Salah komu eisini á máltalvuna.
Teir mongu føroyingarnir og hini á Anfield fingu sostatt eina sanna málveistlu, tá Liverpool spældi seg til áttandapartsfinalurnar fyri fyrstu ferð síðani 2008/2009. Sevilla endar nummar tvey  í bólkinum. Spanska liðið fekk ein 1-1 javnelik í Slovenia ímóti Maribor.

Í Ukreina tryggjaði Shakthar sær víðari luttøku við sigri á City. Shakthar vann 2-1 ímóti einum City-liðið, ið spardi fleiri leikarar; helst við stórdystinum sunnudagin í huga. Manchester City hevði undan dystinum tryggjað sær fyrsta plássið í bólkinum, og tapti í kvøld sín fyrsta dyst í ár. Hetta hevði við sær, at ein sigur til Napoli í Rotterdam ikki hevði verið nóg mikið hjá italienska liðnum, ið hevði tørv á hjálp frá City. Napoli megnaði tó ikki at greiða sína skyldu, tí hóast Napoli kom á odda, so fekk Feyenoord vent dystinum, og vann 2-0.

Í bólki G staðfesti Besiktas fyrstaplássið við 2-1 sigri í Leipzig. Turkiska liðið fór ósigrað ígøgnum bólkaspælið. Porto og Monaco leiktu málríkan dyst í Portugal. Tað endaði 4-2 til heimaliðið, og bæði liðini fingu reytt kort. Porto fer víðari, og Monaco fer út uttan at hava vunnið ein dyst.    

Í seinasta bólkinum var alt avgjørt. Tottenham fer víðari sum nummar eitt, og setti punktum við tryggum 3–0 sigri á Wembley ímóti Apoel. Tottenham fór ósigrað ígjøgnum bólkaspælið, og var liðið við flest stigum av øllum teimum 32 liðunum. Tottenham endaði á 16 stigum. Í Madrid byrjaði Real sum eitt óløgi, og eftir 12 minuttir var 2-0.  Men Dortmund og Pierre-Emerick Aubameyang svaðraðu aftur, og so var 2-2. Tíggju minuttir fyri tíð avgjørdi Lucas Vasquez dystin fyri heimaliðið. Cristiano Ronaldo skoraði til 2-0, og harvið skoraði hann í øllum dystunum í bólkaspælinum, sum tann fyrsti leikarin nakrantíð. Hann endar við 19 málum í Champions League hesum kalendaraárinum.

Hesi liðini eru víðari:

Sum nummar 1 í bólkinum: Tottenham, Besiktas, Manchester City, Liverpool, Barcelona, Roma, PSG, Manchester United

Sum nummar 2 í bólkinum: Real Madrid, Porto, Shaktar Donetsk, Sevilla, Juventus, Chelsea, Bayern, Basel

Harvið kunnu vit fáa nakrar sera spennandi áttandapartsfinalur. Lutakastið verður kl.11.00 mánadagin. Tað eru bólkavinnararnir, ið kunnu trekkja tvey`ararnar. Vit skulu tó bíða heilt til mitt í februar, til Champions League fer í gongd aftur.

Lutakastið til Evropa League verður eisini mánadagin. Liðini ið endaðu nummar trý í bólkunum í Champions League, skulu spæla í Evropa League eftir nýggjár.

Her eru úrslitini frá í kvøld og endaligu støðurnar í teimum fýra bólkunum:

Bólkur E

Liverpool – Spartak Moskva 7-0

Maribor – Sevilla 1-1


Liverpool 12
Sevilla 9
Spartak Moskva 6
Maribor 3


Bólkur F

Feyenoord – Napoli 2-1

Shakthar Donetsk – Manchester City 2-1


Manchester City 15
Shakthar 12
Napoli 6
Feyenoord 3


Bólkur G

FC Porto – Monaco 5-2

RB Leipzig – Besiktas 1-2


Besiktas 14
FC Porto 10
RB Leipzig 7
Monaco 2



Bólkur H

Real Madrid – Borussia Dortmund 3-2

Tottenham – APOEL 3-0


Tottenham 16
Real Madrid 13
Dortmund 2
APOEL 2