Liverpool keypir inn

Ari av Rana

07.06.2018 - 10:12

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fyrireikingarnar hjá Liverpool til komandi kappingarár eru væl á veg. Felagið, sum akkurát gjørdist ov stutt í Champions League, hevur longu framt fyrsta stóra keypið, tá Fabinho varð keyptur. Nú eru tveir nýggir leikarar sera nær við at skifta, og nógv bendir á, at í minsta lagið ein teirra er Liverpool-leikari í dag ella í morgin.

Tað er álítandi fótbóltsjournalisturin Simon Hughes í The Independent sum skrivar, at Liverpool er tætt við at keypa Lyon liðskiparan, Nabil Fekir, og stjørnuleikaran í Stoke, Xherdan Shaqiri.

Eitt gjøgnumbrot varð í samráðingunum millum Liverpool og Lyon, tá Nabil Fekir, sum skal til HM við Fraklandi, tá hesin ikki spældi í vinardystinum millum Frakland og Italia. Forsetin í franska felagnum hevur aftra seg við at selja, tí at hann vónaði at prísurin fyri Fekir fór at økjast við HM, men nú tykist hann at hava broytt meining. Leikarin sjálvur sigur seg abra vilja til Liverpool.

Verulig gongd er eisini komin í samráðingarnar við Stoke um Xherdan Shaqiri, sum skal við Sveis til HM. Sambært keldum var ein klausulur í sáttmálanum hjá Shaqiri sum segði, at flutti Stoke úr Premier League kundi leikarin skifta felag.

Báðir handlarnir hava eisini skund, tí at Liverpool vil hava leikararnar at skifta áðrenn HM byrjar. Prísurin fyri Nabil Fekir væntast at liggja um 60 milliónir pund, meðan Shaqiri væntandi kostar 12 milliónir pund.