Mynd: EPA

Liverpool vann á Southampton

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

11.02.2018 - 18:38

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Dysturin millum Southampton og Liverpool endaði við einum sigri til gestirnar. Tvey mál komu í dystinum. Fyrra málið kom í 6. minutti, tá Roberto Firmino skoraði, og í 42. minutti økti Mohamed Salah um munin, 2-0, sum var endaliga úrslitið.

Liverpool fekk sostatt 3 stig við sær avstað aftur, og er við hesum aftur á 3. plássi í kappingini. Liverpool hevur 54 stig, sum eru 2 færri enn Manchester United á 2. plássi, og tvey fleiri enn Tottenham á 4. plássi.