Liverpool viðhaldsmaður í lívsvanda



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

25.04.2018 - 20:45

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Ein Liverpool viðhaldsmaður er í lívsvanda eftir at hann varð álopin av tveimum Roma viðhaldsmonnum undan hálvfinaludystinum í gjár.

53 ára gamli Sean Cox frá Dunboyne í Meath í Írlandi var farin til Liverpool at hyggja eftir hálvfinaluni millum Liverpool og Roma saman við beiggja sínum.

Stutt fyri dystin varð hann álopin av tveimum 25 og 26 ára gomlum Roma viðhaldsmonnum. Mennirnir eru handtiknir og eru undir illgruna fyri morðroynd.

Sean Cox fekk skaða í høvdið og fær nú viðgerð á sjúkrahúsi. Hann er í lívsvanda eftir at hann, sambært eygnavitnum, varð álopin við belti, datt og smekkaði høvdið í vegin. Álopið á Sean Cox hendi við The Albert pubbini, sum liggur beint við Anfield.

Fleiri enn 80 Roma viðhaldsmenn lupu á Liverpool viðhaldsfólk uttanfyri pubbina beint fyri dystarbyrjan, skrivar BBC. Níggju Roma viðhaldsmenn millum 20 og 43 ára aldur eru handtiknir fyri alt frá harðskapi til morðroynd.

Fyrr á degnum vóru eisini fleiri álop á Liverpool viðhaldsmenn í miðbýnum í Liverpool.

Fótbóltsfelagið Roma tekur harðliga frástøðu frá Roma viðhaldsmonnunum, sum nýttu hamarar, belti og lurkar.