Mynd: klaksvik.fo

Lívligt fiskivinnukjak á Sjómannadegnum

Rakul Matras Absalonsen

17.08.2017 - 15:50

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

 Í sambandi við Sjómannadagin 2017 hava fleiri tiltøk verið á skránni í Klaksvík.

Aftur í ár var pallborðsfundur, har floksformenninir kjakaðust um fiskivinnu. Nógvir áhoyrarar vóru komnir at fylgja við kjakinum, sum var í gjárkvøldið. Heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu skrivar, at tiltakið eydnaðist væl, og at kjakið var lívligt.

Í dag eru aftur tiltøk á skránni. Klokkan seks í kvøld verður modell av sluppini Ernestine latin Klaksvíkar Svimjihøll. Klokkan sjey verður ein fyrilestur í svimjihøllini, har Óli Olsen hugleiðir um sigling og navigatión.

Øll skráin fyri Sjómannadagin er her.