Ljósá: Fara aftur at leita í dag

Snorri Brend

02.09.2014 - 14:50

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Enn er óvist, hvørs beinagrind tað er, sum ein froskmaður fann út fyri Ljósá sunnudagin.

Í allan gjár hava menn frá løgregluni og sløkkiliðinum í Havn leitað á hesum øki, eftir at ein kavari kom til lands við einum ókendum skølti.

Menn hava síðani verið á sama øki, og helt leitingin fram í gjár.

Enn er eingin maður at síggja við atløgubryggjuna við Ljósá, men sum skilst er ætlanin at fara aftur at leita í dag.

Í løtuni sita umboð fyri løgregluna og sløkkiliðið á fundi.

Hesin fundurin byrjaði klokkan 9, og varir helst nakað út á fyrrapartin.

Út fyri atløgubryggjuna við Ljósa síggjast nakrar boyur flóta. Og tað er her at leitingin fer at halda fram seinni í dag.

Í løtuni regnar í Sundalagnum og eitt lítið lot. Hetta forðar tó neyvan kavarunum í leitingini, sum fer fram 100 metrar úr landi og á 20 metrar dýpi.


Portalurin fylgir málinum