Mynd: EPA

Löfven: - Hetta er eitt álop sum er framt á Svøríki

Jens Hákun Leo

07.04.2017 - 14:24

Tíðindi > Uttanlands - Norðurlond

Svenski forsætismálaráðharrin, Stefan Löfven, hevur nú úttalað seg í kjalarvørrinum av ógvusligu hendingini í dag, har ið ein lastbilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í miðbýnum í Stockholm.

Harundir førir hann fram, at ein persónur higartil er handtikin, og at hetta er eitt álop, sum er framt á Svøríki. Hann førir víðari fram, at tað er nógv, sum bendir á, at talan er um eina yvirgangsatsókn.

Minst tríggir persónar hava latið lív í sambandi við hendingina í dag.

Grein uppdaterað: 15.40 - 07.04.2017