Lóggáva um rakstur av forskúlum í frískúlum ov ógreið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

12.08.2017 - 18:29

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Útbúgving og námsfrøði

Tað er ov ógreitt, um hvørt forskúlar í frískúlum skulu rekast fíggjarliga eftir sama leisti sum frískúlarnir sjálvir, heldur Bill Justinussen, ið tí hevur biðið Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, um at greiða frá støðuni í grein 52a fyrispurningi.

Bill Justinussen vísir í viðmerkingunum á, at landsstýrismaðurin hevur heimild til at loyva privatum felagsskapum at fara undir frískúlavirksemi, og at raksturin av tílíkum skúlum er partvís privatur og partvís almennur.

Samstundis kann landsstýrismaðurin - ella kvinnan - eisini geva loyvi til at reka forskúla, men ikki er nágreinað, hvussu forskúlarnir í frítíðarskúlunum skulu rekast.

- Tí verður spurt, hvussu slíkir skúlar verða fíggaðir í dag, hvørjum lógargrundarlagi teir verða fíggjaðir eftir, og um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at gera nýggjar og greiðari reglur um virksemi hjá forskúlum, ið eru partur av einum frískúla, skrivar Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin.