Mynd: Jens Kr. Vang

- Løgið at fara undir skúla í Vági, áðrenn vit vita nærri um skúlan í norðaru hálvu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

15.12.2016 - 12:40

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Tað skerst ikki burtur, at tað í rættiliga nógv ár eftirhondini hava verið ætlanir um at stovna ein eftirskúla í norðaru helvt í Suðuroynni, og tað er eisini nakað, sum er felt niður í samgonguskjalið hjá okkum, at vit skulu hava eftirskúla í Suðuroy. Hetta er nakað, sum vit arbeiða við í løtuni í samstarvi við fólkini í norðaru helvt av Suðuroynni.

Hetta sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, við Kringvarpið í sambandi við, at Fíggjarnevndin hevur tikið tilmæli hennara, um at ítróttaeftirskúlin í Vági enn ikki er nóg búgvin til at verða viðtikin, til eftirtektar.

Rigmor Dam leggur greidliga upp til í samrøðuni við Krignvarpið, at hon má fyrst vita, hvørt eftirskúlan í norðaru hálvu av Suðuroynni verður fuglur ella fiskur, áðrenn hon kann lurta eftir uppskoti viðvíkjandi eftirskúla í Suðuroynni.

- Tað, sum tað snýr seg um, tað er, at vit eru inni í einum samstarvi við norðaru helvt, sum ynskir at fáa ein eftirskúla, og áðrenn eg veit, um tað verður fuglur ella fiskur, er tað eitt sindur løgið, at man kemur frá sunnaru helvt og roynir at yvirhála tað projektið.

Rigmor Dam sigur víðari við Kringvarpið, at hon hevur mælt Fíggjarnevndini til at bíða við at viðtaka eftirskúlan í Suðuroynni.

- So tað, sum eg havi sagt við Fíggjarnevndina og fólkið har suðuri, harímillum Dennis Holm, borgarstjóra í Vágs kommunu, er, ”latið okkum síggja, hvat tað endar við har norðuri, áðrenn vit seta enn ein eftirskúla á stovn".

Rigmor Dam sigur at enda, at hon ikki veit nakað um, hvørt Kristin Michelsen, tingmaður úr Javnaðarflokkinum, skal hava hótt at seta kílar í samgonguna, um pengar verða játtaðir til ein ítróttaeftirskúla í Vági.

Sí eisini: Fíggjarnevndarlimir: - Kristin hóttir við at seta kílar í samgonguna vegna skúla í Vági