Kaj Leo Holm Johannesen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Løgmaður : Eg havi ikki logið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

24.06.2015 - 06:28

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Eftir at kanningarúrslitið hjá Hans Gammeltoft-Hansen í gjáramorgun varð latið formansskapinum í løgtinginum, hevur Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður verið á Facebook og vart seg fyri atfinningunum, ið hann hevur verið fyri undanfarna árið.

Hóast kanningin hjá Gammeltoft-Hansen kom til ta niðurstøðu, at løgmaður hevði framt brot á lógina um ábyrgd landsstyrisins, so tvíheldur løgmaður um, at hann hevur handlað eftir bestu sannføring

- Eg havi eftir bestu sannføring givið upplýsningar til Løgtingið sum Kanningarstjórin metur verða órættar ella skeivar, skrivaði løgmaður í gjárkvøldi á Facebook.

Í niðurstøðuni av kanningini stóð, at løgmaður hevði latið løgtinginum skeivar upplýsingar um hansara leiklut í break-fee avtaluni, men tað var tó ikki fyri at fjala yvir rættarbrot, tí løgmaður hevði fulla heimild at gera slíka avtalu. Og just hetta hevur løgmaður eisini heft seg við.

-Í sama viðfangi sigur kanningarstjórin í sínari niðurstøðu, at skeivu upplýsningarnir til Løgtingið hvørki vóru fyri at fjala eitt framhaldandi rættarbrot ella fjala eitt útint rættarbrot, sum kanningarstjórin málber seg. Hetta vil siga, at eg lat upplýsingar til Løgtingið eftir mínari bestu sannføring

Tó so, umstrídda break-fee avtalan við CIP var millum mong sera illa dámd, og sostatt kundi politiskur vinningur standast av at leggja sjógv millum seg og avtaluna, ið kostaði Kára P. Højgaard sessin sum landsstýrismann í innlendismálum.