Løgmaður: Eg havi ikki sagt ósatt



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sveinur Tróndarson

10.10.2013 - 03:47

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, vil ikki hava sitandi á sær, at hann hevur sagt ósatt fyri Løgtinginum.


Í aðrari grein her á Portal.fo verður sagt, at løgmaður í kvøld viðurkendi, at hann hevði sagt ósatt fyri tinginum, tá hann fyri nøkrum vikum síðan segði, at hann ikki hevði gjørt nakra avtalu við CIP og at hann ikki átti part í henni.

Í kvøld tosaði hann um, hvussu lítil ein millión er í einari verkætlan uppá eina milliard.

- Eg sá tað sum piparnøtur, men tað er prinsippið, sum tú sigur, segði løgmaður við Jan Lamhauge, journalist hjá Kringvarpi Føroya.

Men hetta skal ikki skiljast sum, at løgmaður eigur part í avtaluni við CIP. Tað leggur hann eina við í kvøld.

- Eg kundi ikki funnið uppá at logið fyri Løgtinginum. Tá eg segði, at eg ikki átti part í avtaluni, so passar tað, tí tað er ikki mítt borð at gera slíkar avtalur. Hana skuldi landsstýrismaðurin við innlendismálum gera, og hann gjørdi hana eisini. Og skrivaði undir hana einsamallur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Tí er løgmaður sannførdur um, at hann ikki hevur gjørt nakað skeivt, og hann hevur heldur ikki sagt ósatt fyri Løgtinginum.

- Nei, tað havi eg ikki gjørt. Eg visti av avtaluni, men eg eigi ongan part í henni, tí tað skal eg ikki eiga. Eg havi eftirlit við landsstýrsfólkunum. Eg skal ikki gera slíkar avtalur, sum hava vit teirra málsøkið at gera, og tað geri eg heldur ikki, sigur løgmaður.

Hann kunngjørdi í gjár frágreiðingina, sum løgfrøðiligi ráðgevin á Løgmansskrivstovuni hevur gjørt, og tað er punktum fyri hansara viðkomandi.

- Málið er liðugt fyri mítt viðkomandi. Vit hav agjørt tað, sum vit skulu gera, og tað endar her, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.