Bjarni Hammer (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Løgmaður mælir Bjarna Hammer at fara í farloyvi

Sverri Egholm

27.02.2018 - 12:10

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Løgmaður og Javnaðarflokkurin mæla Bjarna Hammer at fara í farloyvi úr løgtinginum meðan løgreglan kannar málið. Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, við Rás2 á middegi.

Bjarni Hammer er ikki í løgtinginum í dag, og hann umhugsar sína støðu, greiddi løgmaður frá.

Tað var síðstu viku, at tað kom fram, at Bjarni Hammer varð avhoyrdur av donsku løgregluni í narkomáli. Í gjár avdúkaði Sosialurin, at hann hevði sagt seg kunna skaffa hassj til ungar kvinnur frá einum tætt tilknýttum persóni.

- Vit hava eina hægri makt enn onnur hava, og tí hava vit eina hægri moralska skyldu enn onnur, segði løgmaður við Rás2.

Hann sigur, at hetta hevur ávirkan á Javnaðarflokkin, men eisini á alla ta politisku skipanina.

Flokkurin kann mæla Bjarna Hammer at fara í farloyvi, men avgerðina eigur løgtingslimurin sjálvur.

Les eisini: Blaðstjóri á Sosialinum: Vit hava 100 prosent dokumentatión fyri hesum

Les eisini: Bjarni Hammer segði seg kunna skaffa hassj til unga kvinnu