Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Løgmaður ørkymlaður av málinum um Bjarna Hammer

Sverri Egholm

26.02.2018 - 19:44

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Eg eri sera ørkymlaður av málinum. Javnaðarflokkurin tekur málið í størsta álvara, og flokkurin fer at viðgerða málið saman við Bjarna Hammer, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, við útvarpið í kvøld.

Sosialurin kundi í dag avdúkað at løgtingsmaðurin Bjarni Hammer skal hava sagt seg kunna skaffa hassj til ungar kvinnur, og hevur eisini prógv fyri hesum. Blaðið hevur latið løgregluni málið.

Løgmaður vil ikki gera fleiri viðmerkingar til málið í kvøld, men sigur, at hann fer at úttala seg í morgin.

Les eisini: Sosialurin: Bjarni Hammer segði seg kunna skaffa hassj til unga kvinnu