(Mynd: Sverri Egholm)

Løgmaður ovfarin at 18 atkvøddu fyri

Sverri Egholm

12.12.2017 - 22:15

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Fiskivinnunýskipanin varð í kvøld samtykt við 18 fyri og 15 ímóti. Øll samgongan atkvøddi fyri uppskotinum og á aftasta bonki atkvøddi Bill Justinussen eisini fyri uppskotinum.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, er ovfarin av átjandu atkvøðuni.

- At tað blivu 18 yviraskar meg, og tað eri eg fegin um, segði hann aftaná tingfundin.

- Tá man byrjaði arbeiðið hevði man vónað at fleir atkvøður vóru fyri, men seinastu dagarnir hevði eg ikki væntað, at tað vóru fleiri enn 17, segði løgmaður.