Johanna

Løgmaður setir stranda-mentanardagarnar

Ingi Samuelsen

07.07.2016 - 15:47

Mentan >

Í annaðkvøld morgin verða strandamentanardagarnir, Nordisk Kystkultur Festival 2016, settir í Vági.

Tað verður Aksel V. Johannessen, løgmaður, sum setir Nordisk Kystkultur 2016 tá regattafylgið er komið til Vágs í annaðkvøld.

Eftir ætlan kemur flotin inn á Vágsfjørð um 18-tíðina, har grindabátarnir í Vági taka ímóti. Klokkan 19.30 verður lagt til bryggju og setanarhátíðarløtan kann byrja.

Tvøroyrar Hornorkestur fer at splla áðrenn Dennis Holm, borgarstjóri í Vági bjóðar vælkomin, og løgmaður setir stevnuna. Eisini fer Hans Eli Hansen, formaður fyri felagið Føroysk Træseglskip, og formaðurin fyri felagið Kysten í Noregi, Asgeir Svendsen, at bera fram heilsur.

Umfatandi skrá er gjørd fyri strandamentanardagarnar. Nógvir áhugaverdir fyrilestrar eru á skránni, umframt undirhald av ymsum slag.

Eitt nú verður konsert í Stóra Pakkhúsi í kvøld við Hanusi G. Johansen og norsku Jorun Marie Kvernberg.

Fullfíggjað skrá kann lesast á heimasíðuni hjá Vágs kommunu