Mynd: Jens Kr. Vang

Løgmaður tekur stríðið upp við IOC



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Hallur av Rana

25.10.2014 - 00:32

Tíðindi > Ítróttur > Altjóða ítróttarkappingar

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur nú avgjørt at kasta seg inn í stríði at fáa Føroyar viðurkent sum limaland í Altjóða Olympisku Nevndini. Hetta boðar frá løgmansskrivstovan frá í tíðindaskrivi í dag.

Um Føroyar verða viðurkendar sum limaland, hevði tað havt við sær at føroyskir íðkarir framyvir kundi lúttikið í olympisku leikinum undir føroyskum flaggi, ístaðin fyri sum nú, at umboða Danmark.

Orsøkin til at løgmaður nú velur at blanda seg uppí málið, er tí at IOC hevur avgjørt ikki at viðgera føroysku umsóknina um limaskap, ið var send í 1984.

-Landsstýrið góðtekur ikki, at IOC sýtir fyri at viðgera føroysku umsóknina frá 1984. Grundgevingarnar hjá IOC um, at Føroyar ikki lúka treytirnar í Olympic Charter, sum vórðu broyttar í 1996 til, at nýggj limalond skulu vera sjálvstøðugir statir, halda snøgt sagt ikki. Tá okkara umsókn varð latin inn í 1984, skal hon viðgerast eftir treytunum, sum vórðu ásettar áðrenn 1996, sigur løgmaður.

Tað er annars júst tað, ið ÍSF fekk at vita á fundi við IOC í heyst.

-Tað er nú neyðugt at taka málið upp á hægsta stigi. Tí biði eg nú um fund við formannin í IOC, so vit kunnu fáa ferð á málið. Málið um sjálvstøðugan føroyskan OL-limaskap er sera týdningarmikið fyri okkum sum tjóð, og tí vóni eg sjálvandi at fáa málið loyst, vísir løgmaður á.