Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Løgmaður til kongaligan føðingardag leygardagin: Tað passar mær illa

Sverri Egholm

24.05.2018 - 21:25

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Løgmaður, Aksel V. Johannesen, er leygardagin boðin í 50 ára føðingardagsveitslu hjá Fríðriki krúnprinsi.

Hann gleðir seg sjálvsagt til veitsluna, men samtundis sum veitslan er, verður stóra Champions League-finalan millum Liverpool og Real Madrid leikt.

Løgmaður er ágrýtin Liverpool-fjeppari, og hevur avtalað við ein vinmann, at hann skal senda sms, tá málini koma, segði hann við Góðan morgun Føroyar í morgun.

Og sum Liverpool-fjeppari trýr hann sjálvandi altíð uppá tað besta.

- Alt annað líka, so skuldi Real Madrid verið favorittur at vinna leygakvøldið, men eitt ella annað sigur mær, at tað er eitt sindur “meant to be“, at Liverpool er komið heilt fram til finaluna.

- Eg havi eina eina vón um at Liverpool fer at yviraska leygarkvøldið, sigur Aksel V. Johannesen.

Hoyr alla samrøðuna her