Løgmaður tungur í huga um álopini í Turkalandi og Týsklandi

Sverri Egholm

20.12.2016 - 14:05

Tíðindi >

Løgmansskrivstovan sendi fyri lítlari løtu síðani út fráboðan frá Akseli V. Johannesen, løgmanni. Í fráboðanini harmast løgmaður um álopini.

Soleiðis verður skrivað:

“Atsóknirnar í Turkalandi og Týsklandi í gjár eru skelkandi. Eg eri tungur í huga, nú fullkomiliga verjuleys fólk aftur eru rakt. Hetta er tíverri bara tað seinasta álopið í einari røð av álopum á okkara grundleggjandi virði.

Vit hugsa um tey deyðu, særdu og teirra nærmastu. Okkara tankar eru við teimum í hesari myrku og sorgarbundnu løtu.

Landsstýrið fer vegna Føroya fólk at senda samkensluskriv.

Aksel V. Johannesen, løgmaður”