Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Løgmaður: - Tunlarnir norður um Fjall hava skund

Sverri Egholm

01.06.2018 - 10:06

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Tað er ikki nøktandi, at tað ikki verður farið undir at gera tunlarnar norður um Fjall fyrr enn í 2022. Tí verður arbeitt við at framskunda teir. 

Tað svarar løgmaður millum annað í einum § 52a fyrispurningi frá Bjørn Kalsø, løgtingsmanni, um tunlar norður um Fjall

- Sum kunnugt verða fleiri stórar verkætlanir framdar, og íløgukarmurin er avmarkaður. Men vónandi ber til at dagføra íløguætlanina, soleiðis at allar fyrireikingar til verkætlanina verða lidnar í 2019, og at farið verður undir at gera tunlarnar norður um Fjall skjótari enn upprunaliga ætlað, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Sí alt svarið her