Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Løgmaður: Upp til Bjarna Hammer nær hann kemur í tingið aftur

Sverri Egholm

12.03.2018 - 19:32

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Tað er nú upp til Bjarna Hammer at gera av, nær hann ætlar sætið á Løgtingið aftur, sigur løgmaður, Aksel V. Johannesen í einum telduposti til Kringvarpið í dag.

Sjálvur hevur Bjarni Hammer ikki tikið avgerð um sína politisku framtíð, men hann sigur við Kringvarpið, at tað ikki verður beint nu.

Tað var fyri tveimum vikum síðani, tá málið um Bjarna Hammer kom fram í miðlunum, at løgmaður mældi honum til at fara í farloyvi meðan løgreglan gjørdi sínar kanningar. Dagin eftir fór hann í farloyvi.

Statsadvokaturin hevur boðað Bjarna Hammer frá, at statsadvokaturin ikki metur, at nakað revsivert er farið fram.