Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Løgmaður vil ikki blanda seg upp í lokalpolitikk

Sverri Egholm

12.01.2018 - 18:41

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Tað er aftur rumbul í samgonguni nú eftir, at Kristin Michelsen hevur boðað løgmanni frá, at hann ikki longur er partur av samgonguni, og at hann framyvir fer at taka støðu í hvørjum máli, hvussu atkvøtt verður.

Løgmaður ætlar sær ikki at blanda seg upp í lokalpolitikk.

- Tað er sjálvandi óheppið, en higartil havi eg ikki blandað meg uppí lokalpolitikk, og tað fari eg heldur ikki at gera, segði Aksel V. Johannesen við útvarpið í kvøld.

Hann sigur, at hann hevur fingið áheitan frá Kristini Michelsen um at blanda seg uppí støðuna í býráðnum á Tvøroyri. Ein støða, har tinglimurin Kristin Michelsen, sum í býráðnum er valdur fyri borgaralistan, er komin í minniluta. Javnaðarflokkurin í Tvøroyrar býráði er partur av nýggja meirilutanum í býráðnum, og hetta hevur elvt til eina spentu støðu, sum í dag hevði við sær, at Kristin Michelsen fór úr samgonguni.

- Hetta er ein nýggj óheppin støða og eg ætli mær ikki at gera nakað í óðum verkum, og fari at taka tað tíð eg skal brúka. Eg fari at viðgerða støðuna saman við flokkinum og samgonguni, og so gera vit eina niðurstøðu um hvussu vit gera víðari, segði løgmaður við útvarpið hjá Kringvarpinum.