Løgregla: Bilførari í Klaksvík tikin fyri rúsdrekkakoyring



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

19.04.2018 - 11:42

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Um 17 tíðina í gjár varð ein persónur tikin í bili í Klaksvík. Vakthavandi sigur, at illgruni var um óregluliga koyring.

Tá ið løgreglan steðgaði persóninum og viðkomandi blásti í tólið, vísti tólið heili 2.0 promillu. Hægsta loyvda promilla er 0,2. 

Bilførarin verður tí skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.