(Mynd: EPA)

Løgreglan gloymdi at telja tann sætta særda politistin við

Ingi Samuelsen

02.03.2015 - 21:11

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Í dag er komið fram, at tað vóru seks løgreglufólk, sum komu til skaða undir yvirgangsálopinum í Keypmannahavn herfyri, og ikki fimm, sum higartil hevur verið upplýst.

Tann sætti særdi politisturin - ein kvinna - varð ikki rakt av skotum, men kom til skaða av glasbrotum undir álopinum á Krudttønden. Tað upplýsir blaðið hjá fakfelagnum hjá løgreglufólkunum í dag.

Talan var ikki um álvarsligan skaða, hjá hesum sætta politistinum. Hon fekk bara sár á kroppin, og varð tí ikki flutt á sama sjúkrahús, sum hinir politistarnir. Síðan hevur hon verið gloymd í uppgerðunum yvir skaðarnar, sum yvirgangsálopið forvoldið.

Fýra politistar vórðu raktir av skotum og tveir av glasbrotum, og allir eru útskrivaðir, upplýsir samskiftisovastin hjá Københavns Politi, sum harmast mistakið.