Mynd: Sermitsiaq.ag

Løgreglan í Grønlandi: Lat barrir hava opið til klokkan 5



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

17.05.2018 - 05:46

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

- Eg haldi tað vera í lagi, at barrir hava opið til klokkan fimm um náttina. Tí tað er til morgunballini, at tað gongur galið. Høvdu barrir havt longri opið, hevði man ikki gingið ráðaleysur út á náttina og bíðað eftir, til onkur er nóg fullur til at halda eitt morgunball.

Tað sigur Bjørn Tegner, politimeistari í Grønlandi, í samrøðu við blaðið AG.

Hann heldur tað vera eitt gott hugskot, at barrir sleppa at hava opið tveir tímar longri enn eftir lógini í dag. Hetta hevði minkað um morgunballini og um harðskapin í náttarlívinum.

Spurdur um skipanin í Svøríki við Systembolaget (Nakað tað sama sum Rúsan, red.) er ein møguleiki, sigur Bjørn Tegner við AG, at tað er ein møguleiki.

- Tað er ein politisk avgerð, men sjálvur haldi eg at man gott kann umhugsa tað. Tað riggar væl í Íslandi, har starvsfólk eru útbúgvin at handfara full fólk, sigur hann.