Bill Cosby (Mynd: EPA)

Løgreglan í Los Angeles kannar Bill Cosby

Steinar Patursson

09.07.2015 - 14:19

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Gjøgnum seinastu árini eru fleiri og fleiri kvinnur komnar fram við søgum, um at heimskendi undirhaldarin Bill Cosby neyðtók tær.

Tað, ið gongur aftur í øllum søgunum, er, at Cosby hevur antin givið kvinnunum doyvandi heiligvág ella drukkið tær fullar og síðani havt samlegu við teimum, uttan at tær hava verið við fult vit.

Cosby sjálvur hevur áhaldandi avnoktað søgurnar, og løgfrøðingarnir hjá honum hava heldur ágangandi lagt kvinnurnar undir at vera óálýtandi og lygnarar.

Men í farnu viku fekk tíðindastovan AP hendur á skjølum frá einari rættarsak í 2005, har tað er greitt, at Cosby viðgekk at hava fingið til vega heilivágin Quaalude, við tí í teinkju at hava samlegu við einari kvinnu.

Tað málið varð avgjørt við einari avtalu uttanfyri rættarsalin, men kvinnan hevur biðið um at fáa skjølini handað kortini.

Og nú hevur løgreglan í Los Angeles boða ABC news frá, at eftir nýggju avdúkingarnar fer hon at kanna øll málini.

Hóast nógv teirra eru fyrnað, so sigur løgreglan í Los Angeles, at hon fer at kanna tey kortini. Tað fer ikki at bera til at rættarsøkja Cosby fyri neyðtøku, men eftirsum at løgfrøðingar hansara hava verið so ágandi, so vóna nakrar av kvinnunum at fáa rættarsøkt hann fyri ærumeiðing ístaðin.

Fyrrverandi modellin Janice Dickinson er ein teirra, ið rættarsøkja Cosby fyri ærumeiðing, og við bretska blaðið the Guardian sigur løgfrøðingurin hjá henni, Lisa Bloom, at nýggju skjølini frá AP eru ein stór hjálp í tí málinum.