Gianni Infantino, nývaldur Fifa-forseti, er undir illgruna (Mynd: EPA)

Løgreglan kannar skjøl á Uefa-høvuðsborgini

Ingi Samuelsen

06.04.2016 - 16:40

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Evropeiska Fótbóltssamgongan, Uefa, váttar í dag, at høvuðsskrivstovan hjá samgonguni í sveitsiska býnum Nyon í dag varð rannsakað av sveitsisku løgregluni í sambandi við tey sokallaðu Panamaskjølini.

Í Panamaskjølunum eru komnir fram upplýsingar í sambandi við søluna av sjónvarpsrættindum fyri Champions League, skrivar Danmarks Radio.

Undirskriftin hjá Gianni Infantino, nývaldum Fifa-forseta, stendur á pappírunum í sambandi við søluna til eitt felag í Suðuramerika. Ein ivasom søla, sum nú verður kannað av amerikanskum myndugleikum.

Infantino er fyrrverandi aðalskrivari í Uefa og eisini fyrrverandi ovasti fyri løgfrøðiligu deildini í Uefa, og tað var í hesum eginleika, at hansara undirskrift stendur á pappírunum.

Sambært loyniligu skjølunum vóru rættindini seld fyri 140.000 dollarar til felagið Cross Trading, hvørs eigarar, einir argentinskir feðgar, eru ákærdir í USA fyri mutur og tvingsil. Teir eru undir illgruna fyri at hava mutrað eitt høgtstandandi Fifa-umboð fyri at kunna keypa sjónvarpsrættindini bíliga.

Síðani eru rættindini seld við stórum vinningi. Fyritøkan seldi beinanvegin rættindini, sum Infantino skrivaði undir, fyri eina nógv størri upphædd – 440.000 dollarar.

- Eg havi aldri persónliga havt samráðingar við Cross Trading ella eigararnar. Tað varð gjørt av uttanhýsis fólkum, sum samráddust vegna Uefa, skrivaði Infantino fyrr í dag í einum boðum til fronsku AFP-tíðindastovuna.