Savnsmynd

Løgreglan mest at gera í Havn í nátt



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Alda Nielsdóttir

17.06.2018 - 13:34

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla
Nógv hevur verið á skránni í vikuskiftinum. Bæði Country festivalur í Sørvági, Eystanstevna á Skálafirði, og ríðing við Leynarvatni. Vakthavandi á politistøðini sigur, at tað hevur verið stak friðarligt á hesum tiltøkunum, og at tey hava havt mest at gera í høvuðsstaðnum

Í Havn vórðu trý fólk skuldsett fyri brot á politiviðtøkuna í nátt. Ein teirra breyt ein rút í gongugøtuni, men viðkomandi hevur játtað at rinda fyri skaðan og verður tí ikki skuldsettur fyri herverk.

Eisini varð ein bilur steðgaður í Runavík klokkan fimm í morgun, tí løgreglan hevði illgruna um, at bilførarin varð ávirkaður av rúsdrekka.