Løgreglan takksom fyri hjálpina frá borgarum

Hallur av Rana

24.11.2014 - 19:08

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Lógarbrot
- Vit eru takksom fyri at borgarar hjálpti okkum, so at málið varð so skjótt uppklárað.

Tað sigur Jón Klein Olsen, leiðarin fyri kanningardeildina hjá løgregluni. Hann sigur, at tey í løgregluni eru bilsin yvir hvussu nógv fólk skrivaðu til teirra.

Tað var fríggjadagin, at løgreglan vendi sær til borgarar fyri at fáa hjálp í einum málið um innbrot í Teldutænastuni. Løgreglan almannakunngjørdi eina mynd og eitt sjónbandabrot, og bað borgarar siga frá, um tey kendu til fólkini á sjónbandabrotinum ella taskuna.

Tað eydnaðist væl. Jón upplýsir, at løgreglan fekk fleiri fráboðanir frá borgarum og tað leiddi til, at løgreglan handtók eina 40 ára gamla kvinnu og ein 29 ára gamlan mann. Undir húsarannsóknini aftaná fann løgreglan flestu lutirnir frá innbrotinum.

Jón Klein Olsen kundi ikki upplýsa nágreinilga upphæddina, ið stjolið var fyri, men sigur at talan er um virðir á fleiri tíggjutals túsund krónur.

Báðir persónarnir hava játtað seg sekar í skuldsetingini.

Sí eisini: Video: Her sært tú innbrotið í Teldutænastuni