Mynd: bt.dk

Løgreglufólk í París dripið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Rakul Matras Absalonsen

20.04.2017 - 20:50

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Greinin er dagførd kl. 21.05.

Útlendskir miðlar skriva í kvøld, at tvey fronsk løgreglufólk eru skotin í umráðnum Champs-Élysées í París.

Sambært Reuters er annað løgreglufólkið dripið, men aðrir miðlar skriva, at tey bæði eru løstað.
Franska løgreglan skrivar, at tað er stórur møguleiki fyri, at talan er um yvirgangsverk.

Løgreglan upplýsir, at í minsta lagi tveir brotsmenn standa aftan fyri skjótingina, og annar teirra er dripin. 

Tyrlur hjá løgregluni flúgva lágt yvir miðbýin í París, og løgreglan heitir á fólk, at halda seg burtur frá umráðnum, upplýsir Reuters.

Vit fylgja málinum.