Jacob Vestergaard. Mynd: Jens Kr. Vang.

Løgtingið kallar saman í úrtíð at viðgera grindalógina – enn einaferð

Hallur av Rana

19.06.2015 - 14:25

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Tá løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, 15. mai endaði síðsta tingfundin á degnum, boðaði hann samstundis frá, at talan var um seinasta tingfund í hesari tingsetu, og fingu løgtingsmenn harvið summarferiu.

Tað var tó treytað av, at einki óvæntað hendi, ið gjørdi at løgtingið mátti kallast saman aftur. §59 stk. 2 í tingskipanini ásetir nevniliga, at:

- Formaðurin hevur eftir somu grein skyldu at boða til fundar og ikki dvølja óneyðugt, um so er, at í minsta lagi tveir fimtingar av tingmonnunum ella løgmaður skrivliga biðja um tingfund við dagsskrá.

Tað er ikki óvanligt, at hendan heimild verður brúkt at kalla tingið saman aftur í úrtíð, tá okkurt serligt er áfatt. Tað er tó heldur óvanligt, at tingið verður kallað saman at gera broytingar tvær ferðirnar í somu lóg, men tað er júst tað, ið hendir í næstu viku, tá løgtingsmenn hava fingið fundarboð. Á skránni er nevniliga eitt uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grind og annan smáhval, ið vanliga verður kallað Grindalógin.

Grindalógin varð viðgjørd og avgreidd í farnu tingsetu, men eina góðu viku aftaná, at løgtingsmenn vóru farnir til hús, fingu tey aftur fundarboð, tí onkrar broytingar máttu gerast í lógini. Sostatt møtti løgtingið til fundar 21. mai, har framløga, fyrsta viðgerð, onnur viðgerð og triðja viðgerða vórðu avgreidd uppá ein dag.

Nú hava løgtingsmenn aftur fingið fundarboð, og aftur er talan um grindalógina. Tingfundur er settur at vera 22. juni klokka 11.15, og er tað eftir áheitan frá løgmanni, at løgtingið hevur fingið fundarboð.

Jacob Vestergaard, ið er landsstýrismaður á økinum, sigur við Portalin, at tað er talan um at løgreglan hevur eftirlýst greiðari orðingar í lógartekstinum.

- Tað er heldur keðiligt at leggja lógina fram aftur, aftaná man hevur viðgjørt hana tvær ferðirnar í løgtinginum, umframt at tað eisini er fari gjøgnum løgfrøðiliga ráðgevingina í løgtinginum og landsstýrinum og verið til hoyringar. Men tað er løgreglan, ið aftaná at lógin er lýst í gildi, hevur eftirlýst greiðari orðingar, tá tað handlar um at leggja hald á bátar og annað hjá Sea Shepherd. Vit hava tikið teirra áheitan til eftirtektar, og sjálvt um tað er keðiligt, at man áhaldandi ger broytingar, so meta vit, at tað er best at gera tað nú, so einki ivamál verður, um brúk verður fyri heimildini.

Tað er §13 í grindalógini, ið landsstýrismaðurin fer at heita á løgtingið um at broyta.